Í kvøld klokkan 18 verður útsetti landskappingardysturin millum EB/Streym og KÍ avgreiddur. Talan er um dyst frá 17. umfari, sum var fyrst í august. Tá var KÍ upptikið av Europafótbólti.
Hjá EB/Streymi er talan um mannfall:
Tað er greitt, at liðformaðurin hjá EB/Streymi ikki verður við í kvøld. Í gjár fekk EB/Streymur boð frá FSF um, at miðverjin Andras Ó. Olsen er leikbannaður í kvøld. Frágreiðingin hjá FSF er, at hann er leikbannaður fyri eftir dystarlok á Svangaskarði síðsta sunnudag at geva sína misnøgd til kennar við brotssparkið, sum dómarin dømdi til B68, og sum bar 2-2 málið við sær.
Hjá EB/Streymi er Filip Djordjevic tøkur aftur eftir leikbann. Bogi Reinert-Petersen er framvegis skaddur, og so eru miðvallarin Dánjal Godtfred og vongverjin Bergur J. Poulsen leikbannaðir .
KÍ venjarin Magne Hoseth hevur sagt, at tað er neyðugt støðugt at skifta út á liðnum, nú tað eru dystir á skránni hvørt vikuskifti og eisini mitt í viku. Í 5-1 sigrinum í Trongisvági fóru væði Jóannes K. Danielsen og Luc Kassi skaddir av vøllinum longu tá ið stórur hálvur tími var farin. Jóannes er komin fyri seg aftur, meðan Luc Kassi ikki verður við í kvøld. Heini Vatnsdal er framvegis skaddur.
Ivaleyst verða onkrir av royndu spælarunum spardir í kvøld. Eitt nú kann hugsast, at Vegard Forren, sum hevur havt trupulleikar við hælsinuni, ikki verður við.
KÍ hevur vunnið 18 tær seinastu ferðirnar ímóti EB/Streymi, men tað hevur ikki altíð lopið so nógv av. Eitt nú hevur KÍ fyrr í ár vunnið tepran 1-0 heimasigur og í seinna dystinum í Klaksvík skoraði KÍ 3-2 sigursmálið í síðstu sekundunum.
EB/Streymur – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 18.00.