Liðið hjá Heina tapti annan dystin á rað

Bara fýra stig skilja nummar eitt og 10 í triðbestu donsku fótbóltsdeildini

Heini Fossdalsá Sørensen var við frá dystarbyrjan, tá lið hansara Thisted tók móti gamla liðnum hjá Finni Justinussen, Næstved á heimavølli í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Næstved vann dystin 1-0 upp á eitt sigursmál, ið longu var skotið í fimta minutti.

 

Hetta er annar dysturin á rað, ið Thisted tapir.

 

Thisted er nummar átta í deildini við sjey stigum, men tað eru bara trý stig upp til oddaliðið, AB sum hevur 10 stig.

 

Bara fýra stig skilja nummar eitt og nummar 10 í deildini.

 

Komandi leygardag klokkan 14 spælir Thisted á útivølli móti oddaliðnum, AB.