Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Chojniczanka spældu í dag dyst á útivølli móti eykaliðnum hjá pólska stórliðnum, Lech Poznan í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini.
Tað eydnaðist Chojniczanka, ið undan dagsins dyst bert hevði megnað eitt stig í trimum undanfarnu dystunum at vinna 2-1 í dag.
Chojniczanka fekk tó eina ringa byrjan upp á dystin. Tá eitt korter var leikt av dystinum legði Lech Poznan seg á odda 1-0.
Tomasz Mikolajczak javnaði til 1-1 tá 72 minuttir vóru leiktir, og beint áðrenn klokkan vísti 90 minuttir skoraði Sebastian Golak sigursmálið.
Andrias spældi allan dystin.
Chojniczanka er nummar sjey í deildini við 27 stigum. Nummar fimm og seks, Hutnik Krakow og Skra hava eisini 27 stig, men betri málmun. Liðini sum enda á endastøðunum millum trý og seks sleppa at spæla Play Off dystir um uppflyting.
Komandi leygardag spælir Chojniczanka seinasta dystin undan vetrarsteðginum. Dysturin verður á heimavølli móti LKS Lodz.