Liðið hjá Anniku endaði næstaftast

Follo skal spæla Play Off dystir móti næstfremsta liðnum í næstbestu norsku hondbóltsdeildini

Sunnudagin spældi liðið hjá landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen seinasta dystin í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

1.492 vóru møtt upp í Follo ígjár fyri at síggja Follo spæla móti oddaliðnum og evropeisku meistarunum, Vipers Kristiansand.

 

Sum væntað tapti Follo. Talan gjørdist um ein 36-27 sigur til Vipers, ið var á odda 19-11 í steðginum.

 

Follo endaði næstaftast í deildini við 12 stigum, og tí skal liðið hjá Anniku spæla Play Off dystir móti næstbesta liðnum í næstbestu deildini. Talan verður um Volda, ið endaði næstfremst í næstbestu deildini við 40 stigum.