Liðið hjá Gilla fekk frástøðu til botnin

Gilli Rólantsson mátti av vøllinum í fyrra hálvleiki, tá Odd vann á Vålerenga á útivølli

Gilli R. Sørensen byrjaði inni fyri Odd, sum í útidysti í bestu norsku fótbóltsdeildini vann 1-0 á Vålerenga. 

 

Tíverri mátti Gilli skiftast út longu tá 25 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Enn frættist ikki hvussu álvarsamt tað er hjá Gilla, ella um hann skjótt sleppur á vøllin aftur.

 

Sigurin, ið Tobias Lauritsen tryggjaði Odd, tá ein tími var leiktur av dystinum var sera týdningarmikil. Við sigrinum hevur Odd 15 stig á 10. plássi, og frástøðan til Jerv á næstaftasta plássinum, ið merkir niðurflyting til næstbestu deildina er nú átta stig. 

 

Mikukvøldið spælir Odd móti júst Jerv á útivølli í norsku steypakappingini.

 

Komandi leygardag tekur Odd móti Bodø/Glimt í landskappingini. Talan er um seinasta dystin hjá Bodø/Glimt áðrenn teir møta KÍ í Champions League undankappingini mikudagin 6. juli klokkan 17 føroyska tíð.