Liðið hjá Hákuni vann á liðnum hjá Jóhan

Füchse Berlin vann toppdystin móti Flensburg Handewitt í bundesliguni við einum máli

Toppuppgerð var í bundesliguni í kvøld. 

 

Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin tók á heimavølli í Max Schmelling høllini móti liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg Handewitt.

 

Tað endaði við einum teprum 32-31 sigri til Füchse Berlin, ið var á odda allan dystin. Í steðginum var Füchse Berlin greitt á odda 18-12. Tá færri enn fimm minuttir vóru eftir var støðan 31-27 til heimaliðið. Flensburg skoraði til 32-31 tá 13 sekund vóru eftir av dystinum, men tað eydnaðist heimaliðnum at knógva sigurin heim.

 

Jóhan skoraði upp á tveir av teimum fimm málmøguleikunum hann hevði í dystinum í kvøld. Hákun mátti enn eina ferð taka til takkar við, at hann enn er annað val til dystir í bundesliguni. Kappingarneytin, Hans Lindberg, hevði aftur eitt gott avrik í kvøld. Lindberg skoraði seks mál upp á sjey málmøguleikar. 

 

Magdeburg og Füchse Berlin eru fremst í bundesliguni við 34 stigum hvør. Flensburg hevur 28 stig, Melsungen hevur 27 stig og liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel hevur 26 stig.

 

Í løtuni talar nógv fyri, at tað verður antin Magdeburg ella Füchse Berlin sum vinnur bundesliguna.