Hallur Arason, Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding tóku í kvøld móti KA í dysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í Íþróttamiðstöðini Varmá í Mosfellsbær.
Afturelding vann stórsigur 33-22. Í steðginum var Afturelding á odda 17-14.
Hallur skoraði fýra mál og Sveinur skoraði eitt mál.
Afturelding hevur fýra stig fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar í kappingini.
Komandi hóskvøld klokkan 20.30 spælir Afturelding dyst á útivølli móti ÍR Reykjavík.