Liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni í næstbestu belgisku fótbóltsdeildini, Waasland-Beveren hevur ikki fingið tað bestu byrjanina uppá kappingina.
Farna vikuskiftið tapti Beveren 0-1 fyri Beerschot á útivølli, og í dag misti liðið ein 2-1 heimasigur í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Beveren tók móti Virton í dag. Thierno Barry legði Beveren á odda 1-0 tá 33 minuttir vóru farnir av dystinum. Tríggjar minuttir seinni fekk Beveren ein gyltan møguleika at økja til 2-0 uppá brotsspark, men Lucas Costa brendi brotssparkið. Løtu seinni javnaði Virton til 1-1. Beint undan steðginum gjørdi Lucas Costa skaðan góðan aftur og legði Beveren á odda 2-1.
2-1 leiðslan helt seg til tíðina dómarin hevði lagt aftrat. Tá ein minuttir var farin av eykatíðini javnaði Virton til 2-2, og sostatt hevur Beveren bara fingið eitt stig í tveimum dystum.
Jóan Símun slapp ikki á vøllin fyrrenn 84 minuttir vóru farnir av dystinum.