Í kvøld tóku Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í KA móti FH í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Á Greifavøllinum á Akureyri eydnaðist tað KA at vinna 3-2 og FH, og harvið vinna fyrsta sigurin hetta kappingarárið.
Jóan Símun var á vøllinum í 82 minuttir.
KA-FH 3-2 (1-1)
1-0 Hrannar Björn Steingrímsson ('13 )
1-1 Böðvar Böðvarsson ('29 )
2-1 sjálvmál ('63 )
2-2 sjálvmál ('83 )
3-2 Bjarni Aðalsteinsson ('84 )
KA er nú nummar átta í deildini við fýra stigum fyri fýra dystir.
Í annaðkvøld klokkan 20.15 spæla Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík lokaluppgerð á útivølli móti Vali.