Liðið hjá Jóhannu vann stórsigur - Liðið hjá Áslu var fyri greiðum tapi

BK Häcken er nú fremst í bestu svensku fótbóltsdeildini

Tað gekk ógvuliga ymiskt hjá liðunum hjá Jóhannu Fossdalsá Sørensen og Áslu Johannesen í bestu svensku fótbóltsdeildini hetta vikuskiftið.

 

Ígjár vunnu Jóhanna og liðfelagarnir í BK Häcken stórsigur 6-0 á AIK Stockholm frammanfyri 1.500 áskoðarum á Bravida leikvøllinum í Göteborg. Häcken var á odda 2-0 í steðginum. Jóhanna, ið spældi allan dystin økti til 4-0 tá ein tími var farin av dystinum. Talan er um fyrsta málið hjá Jóhannu hetta kappingarárið. Hon hevur tó lagt upp til trý mál.

 

Häcken er nú fremst í deildini við 24 stigum fyri 11 dystir. Næstfremst er Malmö FF við 23 stigum.

 

Júst Malmö vann í dag greiðan 3-0 sigur á liðnum hjá Áslu Johannesen, Piteå á LF Arena leikvøllinum í Piteå. Malmö legði seg á odda eftir 60 minuttirs spæl, og 24 minuttir seinni høvdu tær økt til 3-0. Ásla var í dag á vøllinum í 88 minuttir. 

 

Piteå er nummar níggju í deildini við 14 stigum fyri 11 dystir. 

 

Komandi hóskvøld klokkan 18 møtast liðini hjá Áslu og Jóhannu á LF Arena leikvøllinum í Piteå.