Liðið hjá Klæminti oyðilegði meistaraskapsveitsluna hjá Gunnar og liðfeløgunum

Breiðablik vann á nýkosnu meistarunum, Víkingi Reykjavík á heimavølli

Mynd: mbl.is

Tað var føroyingauppgerð og uppgerð millum tvey søgulig lið í íslendskum fótbólti í kvøld.

 

Breiðablik, ið er fyrsta íslendska liðið nakrantíð í einum evropeiskum bólkaspæli tók ímóti Víkingi Reykjavík, ið er fyrsta liðið at vinna steypakappingina fýra ferðir á rað. Haraftrat hevur Víkingur longu sett málmet í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, umframt at vinna greipuna.

 

Breiðablik vann 3-1 á Víkingi. Víkingur hevði fleiri málmøguleikar, men Breiðablik var neyvari við sínum málmøguleikum.

 

Klæmint A. Olsen fekk 67 minuttir á vølllinum fyri Breiðablik, og Gunnar Vatnhamar leikti allan dystin fyri Víking Reykjavík.

 

Klæmint legði upp til 1-0 málið hjá Breiðablik, ið Viktor Karl Einarsson skoraði tá 36 minuttir vóru farnir av dystinum. Seks minuttir seinni økti Höskuldur Gunnlaugsson til 2-0.

 

Áðrenn Breiðablik kom á odda hevði Gunnar eitt skot, ið rakti tvørstongina hjá Breiðablik. 

 

Tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini fekk Birnir Snær Ingason spenning í uppgerðina aftur, men fimm minuttir seinni staðfesti Jason Daði Svanþórsson sigurin hjá Breiðablik.

 

Víkingur er fremst við 60 stigum, Valur er nummar tvey við 49 stigum og Breiðablik er nummar trý við 41 stigum. Hjá Breiðablik snýr tað seg um at blíva nummar trý ella fýra fyri at kunna kappast í Evropa aftur komandi summar. 

 

Breiðablik er fýra stig frammanfyri FH og Stjörnuna nú tríggir dystir eru eftir at spæla.

 

Komandi sunnudag spælir Breiðablik móti KR á útivølli.  Víkingur spælir á útivølli móti Stjörnuni komandi mánakvøld. 

 

Hósdagin 5. oktober spælir Breiðablik heimadyst í Europa Conference League á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Mótstøðuliðið verður Zorya Luhansk úr Ukraina. 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: mbl.is