Liðið hjá Róa er á einum endaspælsplássi

Hallby vann fyrsta kappingardystin í 2025

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby spældu í kvøld fyrsta kappingardystin í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Á heimavølli í Jönköping vann Hallby 35-33 á Hammarby. Í steðginum var Hallby greitt á odda 19-13.

 

Rói skoraði fýra mál og legði upp til eitt mál.

 

Hallby er nú á einum endaspælsplássi. Hallby hevur 19 stig á áttanda plássinum. Átta tey fremstu liðini í deildini aftaná lokið grundspæl vinna seg í endaspælið.

 

Fríggjakvøldið 14. februar spælir Hallby dyst á útivølli móti gamla liðnum hjá Pæturi Mikkjalsson, AMO.

 

Í næstbestu svensku hondbóltsdeildini leiktu landsliðsmálverjin, Aleksandar Lacok og liðfelagarnir í Lugi á heimavølli javnleik 30-30 (14-15) móti Västerås. 

 

Lugi er nummar átta í deildini við 16 stigum.