Liðið hjá Sasja leikti javnt móti toppliði

Lugi var á odda við seks málum í steðginum

Landsliðsmálverjin, Aleksandar "Sasja" Lacok og liðfelagarnir í Lugi leiktu í dag dyst á útivølli móti næstfremsta liðnum í næstbestu svensku hondbóltsdeildini, Varberg.

 

Áðrenn hevði Lugi selt dystin fyri ein javnleik, men tað kennist eitt sindur beiskt hjá Sasja og liðfeløgunum aftaná javnleik 31-31 móti Varberg í dag. 

 

Lugi var við m.ø. framúrskarandi avriki hjá Sasja í málinum á odda 17-11 í steðginum, og Varberg javnaði til endaliga úrslitið 31-31 við 20 sekundum eftir á klokkuni.

 

Lugi er nummar níggju í deildini við 17 stigum fyri 21 dystir. Lugi er fimm stig omanfyri Lagan á næstaftasta plássinum. Liðini sum enda niðast og næstniðast flyta beinleiðis niður í triðbestu deildina. 

 

Komandi mikukvøld spælir Lugi dyst á útivølli móti Drott.