Liðið hjá Teis og Peter Krogh er tvey stig frá oddinum

Aarhus vann á útivølli

Landsliðsleikararnir, Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfelagar teirra í Aarhus spældu í kvøld dyst á útivølli móti Faaborg í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Aarhus at vinna dystin 30-26. Í steðginum var Aarhus á odda 16-10. 

 

Teis var noteraður fyri tvey mál.

 

Aarhus er triðfremst í deildini við 20 stigum, sama stigatali sum Skive, ið tó hevur betri málmun. Fremst er liðið hjá Paula Jacobsen, HØJ við 22 stigum.

 

Nógv føroyingalið eru í leiki í morgin. Klokkan 13 spæla Pauli Mittún, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne móti Midtjyllandi í Herning. Klokkan 13.30 spælir liðið hjá Kjartani Johansen, Lemvig-Thyborøn dyst móti Odder á heimavølli. Klokkan 14 taka Bogi Hansen og Janus og Jónas Djurhuus saman við liðfeløgunum í FIF móti Norddjurs á Frederiksberg. Klokkan 15 taka landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ móti Odense á heimavølli.