Uppgerð var í dag í ZAG Arena í Hannover í týsku bundesliguni millum liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf og liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt, ið undan dystinum hevði eina greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum.
Tað endaði við 31-30 sigri til Hannover-Burgdorf. Flensburg-Handewitt var á odda 30-29, men Hannover-Burgdorf skoraði tvær ferðir undan dystarloki, og tryggjaði sær sigurin.
Tað leikaði javnt á allan dystin, og í steðginum var støðan javnleikur 15-15.
Jóhan skoraði upp á seks av átta málmøguleikum, og var næstbesti málskjúttin hjá Flensburg. Toppskjútti við níggju málum var danski Emil Jakobsen við níggju málum.
Hannover er næstfremst í deildini við 12 stigum. Bert málmunurin skilir Hannover frá oddaliðnum, MT Melsungen. Flensburg er nummar sjey við níggju stigum.
Ígjár fekk Elias sín fyrsta dyst í týsku bundesliguni hetta kappingarárið, tá THW Kiel á heimavølli í Wunderino-høllini tók móti Potsdam.
Kiel vann dystin 27-23 aftaná at hava verið á odda 13-11 í steðginum.
Elias skoraði eitt mál upp á fýra málroyndir.
Kiel er nummar fýra í deildini við 10 stigum fyri sjey dystir.
Ígjár taptu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin 31-33 (13-16) fyri oddaliðnum, MT Melsungen á útivølli.
Hákun fekk ein málmøguleika og hann setti hann í netið.
Füchse Berlin er nummar trý í deildini við 10 stigum fyri sjey dystir.