Føroyska kvinnulandsliðið hevur í dag spælt HM undankappingardyst á útivølli móti Skottlandi.
Skotland var undan dystinum ein greiður favorittur, tí Skotland vann fyri einum góðum ári síðani 7-2 móti Føroyum, tá liðini hittust í Føroyum.
Endaliga úrslitið av dystinum í dag gjørdist, at Skotland vann 9-0 móti Føroyum.
Føroyar hevur undan dystinum í dag fingið tvey stig í bólkinum.
90 minuttir liðugt: Dysturin millum Føroyar og Skotland er nú liðugur, og endaliga úrslitið gjørdist at heimaliðið úr Skotlandi vann ein 9-0 sigur móti Føroyum.
MÁÁL 9-0 til Skotland, 90 minuttir: Beattie hevur nú lagt Skotland á odda 9-0.
MÁÁL 8-0 til Skotland, 70 minuttir: Skotland er nú á odda 8-0. Tað var Corsie, ið legði Skotland á odda 8-0 og harvið skoraði sítt annað mál í dystinum.
MÁÁL 7-0 til Skotland, 59 minuttir: Skotland hevur nú lagt seg á odda 7-0. Málskjútti var Crichton.
MÁÁL 6-0 til Skotland, 57 minuttir: Nú er støðan 6-0 til Skotland. Málskjútti hesa ferð er Corsie. Føroyar hava gjørt sína fyrstu broyting í dystinum. Út er farin Íðunn Magnussen, og inn er komin Valgerð Andreasen. Harafturat hevur Heidi Sevdal havt eina atsókn á skotska málið.
MÁÁL 5-0 til Skotland, 52 minuttir: Nú hevur Skotland lagt seg á odda 5-0, og tað er enn einaferð J. Ross, ið hevur skorað fyri Skotland. J. Ross hevur harvið skotið hattrick í dystinum.
MÁÁL 4-0 til Skotland, 46 minuttir: Skotland leggur sum eitt ódnarveður til seinna hálvleik. Longu eftir einum minutti av seinna hálvleiki, hevur Skotland lagt seg á odda 4-0. Tað var J. Ross, ið skeyt málið til 4-0.
45 minuttir hálvleikur: Skotska liðið er á odda 3-0 í hálvleikinum. Øll trý málini hjá Skotlandi komu innanfyri tað fyrsta korterið. Føroyska liðið hevur fótað sær betur seinasta hálva tíman, men enn eigur føroyska liðið til góðar, at hava fyrstu atsóknina á málið hjá mótstøðuliðnum.
20 minuttir: Støðan er framvegis 3-0 til Skotland, og tað er heimaliðið, ið setur dagsskránna. Føroyska liðið eigur enn til góðar at hava sína fyrstu roynd á málið.
MÁÁL 3-0 til Skotland, 11 minuttir: Føroyska kvinnuliðið er komið í rættuliga ódnarveður í Skotlandi, tí støðan aftaná 11 minuttum er longu 3-0 til Skotland. Leikarin, ið skoraði tað triðja málið fyri Skotland kallaðist J. Ross.
MÁÁL 2-0 til Skotland, 10 minuttir: So hevur Skotland lagt seg á odda 2-0. Málskjútti hesaferð er Weir.
MÁÁL 1-0 til Skotland, 6 minuttir: Føroyska kvinnulandsliðið hevur fingið eina heldur keðiliga byrjan uppá dystin, tí longu aftaná 6 minuttir hevur Skotland lagt seg á odda 1-0. Tað er Little, ið hevur skotið mál fyri vertirnar.
Føroyar:
Randi Wardum - Sigrun Kristiansen, Malena Josephsen, Liljan av Fløtum, Oddrún Danielsen - Íðunn Magnussen, Ansy Sevdal, Eyðvør Klakstein, Rannvá Andreassen, Fríðrún Danielsen - Heidi Sevdal