Liggjandi góðveður í Steinprenti

Undir heitinum Lognbrá ummælir Kinna Poulsen framsýning í Steinprenti, har Marius Olsen í næstum sýnir fram.

 

Tað ger hon á listaportal.com.

 

Hon sigur m.a:

 

Meðan ódn og myrkrið hava tikið ræði á okkara landi, er ljóst og liggjandi góðveður í Steinprenti.

 

Marius Olsen er okkara mest royndi og best skikkaði grafiski listamaður, sum í ár hevur samstarvað við Jan Andersson og Steinprent í heili 30 ár. Um mann er so mikið heppin, at mann hevur verið til staðar meðan Marius Olsen hevur arbeitt á verkstaðnum, hevur mann upplivað spenta stemningin, sum ræður beint áðrenn síðsta prentiumfar, tá seinasti litur fullførir prentið. Tað er fantastiskt og ongantíð av handahógvi merkt hjá hesum annars suverent tekniskt kompetenta listamanninum.

 

Og Kinna Poulsen heldur fram:

 

Í einari grein havi eg lýst Marius Olsen sum eitt slag av einum missing link ella millumfiguri í føroyskari list, ið antin er elst av teimum yngru ella yngst av teimum eldru. Hann er tann listamaðurin, sum helt fast í landslagnum, men gav tí eina meta-listaliga viðgerð í myndum, ið gera vart við, at okkurt slag av frástøðu er komið millum okkum og landslagið. Tað er ein frástøða, sum Marius lýsir myndevnisliga við at seta inn lýsingar av eitt nú lampum og klokkum í landslagsmyndina. Hesar myndir seta sær sjálvum og áskoðaranum spurningar, tær aktivera okkum, sum hyggja, og eru sjáldan eintýðugar.

 

Fleiri fláir

 

Tað er eyðkent fyri listamannin, at hansara myndir ikki bert fagna sublima vakurleikanum í landslagnum, men innihalda fleiri fláir og sum onkursvegna nerta við samtíðina, sjálvt um myndevni í støðum næstan kunnu tykjast náttúruromantisk.

 

Alt ummælið kann lesast her: Lognbrá — Listaportal

 

##med2##