Skulu bæði vaktar- og bjargingarskipini, Tjaldrið og Brimil verða í sigling alt árið, skal játtanin til fiskiveiðieftirlitið verða 11 milliónir hægri næsta ár, enn tað, sum stendur á fíggjarlógini.
Tað upplýsir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum fyri Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerar.
Høgni Hoydal vísir á, at í 2011 varð ein manning á Tjaldrinum søgd úr starvi, og síðan tá hevur skipið bara havt eina manning. Og sostatt hevur Tjaldrið bara siglt 24 vikur um árið. Men skal manningin setast aftur í starv, fer tað krevja eina játtan á umleið 5,7 milliónir afturat.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað er serliga eftir 2005, at máað hevur verið burtur av játtanini til olju til skipini, men hetta árið brúktu bæði skipini ta 1,8 milliónir litrar av olju.
Í ár kemur oljunýtslan ikki upp á eina millión litrar og tað merkir, at skulu bæði Tjaldrið og Brimil sigla alt árið næsta ár, skal peningur játtast til einar 900.000 litrar afturat. Og við oljuprísinum í dag, kosta teir slakar fýra milliónir krónur.
Me nUmframt olju og løn til eina manning afturat, fer meiri sigling at føra at størri útreiðslur við sær til at halda skipini fyri og tað metir Vørn fer at kosta 1,5 millión
– Skulu bæði Tjaldrið og Brimil sigla alt árið næsta ár, verður sostatt tørvur á góðum 11 milliónum krónum afturat, sigur Høgni Hoydal.
Annars er ætlanin at játta 36,880 milliónir til endamálið næsta ár. Tað eru 2,6 milliónir meiri enn í ár. Orsøkin til tað er, at nýggja fiskvinnunýskipanin skal setast í verk næsta ár, og í tí sambandi skal eftirlitið herðast, bæði á sjógvi og landi.
Eitt nú skal eftirlitið við ognarviðurskiftunum í fiskiflotanum styrkjast, tí treytir verða settar til, hvussu stóran part, útlendingar kunnu eiga. Arbeiðið at gera hagtøl og útvega upplýsingar skal eisini styrkjast, og tað skal vera betri gjøgnumskygni um, hvør hevur rættindi at veiða og hvussu hesi rættindi verða flutt ímillum skip, eitt nú í sambandi við eina miðsavning av flotanum.