Tíðindaleiðari næstu tvey árini hjá Kringvarpi Føroya verður Liljan Weihe. Liljan er útbúgvin journalistur og cand. scient. soc. frá lærda háskúlanum í Roskilde.
Hon hevur starvsroyndir frá TV2 Nyheder og TV2 News umframt Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi. Í Føroyum hevur hon verið á Dimmalætting, umframt at hon hevur arbeitt sum skrivari í Vinnumálaráðnum og á Løgmansskrivstovuni.
Liljan er 32 ár, gift og eigur tvey børn.
- Fýra umsóknir vóru til starvið. Allir umsøkjararnir vóru skikkaðir og bodnir til samrøðu. Í setanarbólkinum vóru umboð fyri leiðslu og starvsfólk og álitisfólk hevur fingið setanartilgongdina til viðmælis, sigur Kringvarp Føroya í tíðindaskrivi.