Tað fer at kosta landinum nakrar milliónir, at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Tá uttanlandsnevndin hjá løgtinginum viðmældi landsstýrinum at biðja um fullan limaskap í 2016, vórðu kostnaðarmetingar gjørdar.
Vanligt limagjald er er 1,3 milliónir árliga. Fimta hvørt ár er formansskapsár í ráðharraráðnum og forsætisár. Útvarpið greiðir frá, at útreiðslurnar til formanssessin eru mettar at vera 1,2 milliónir. Umframt hetta kostar tað umleið fimm milliónir krónur at hava formanssessin í ráðharraráðnum. Hesar upphæddirnar eru grundaðar á tøl frá donsku, íslendsku og finnsku umsitingini, sigur Útvarpið.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, sigur í svari til fyrispurning frá Magnussi Rasmussen, at tørvur er á størri arbeiðsorku árið fyri formansskapsárið, og tá formansskapsár er. Ársfundur verður eisini í Føroyum, tá Føroyar hava formansskapin. Hann væntar tó ikki, at vit fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum skjótt, tí danska grundlógin og uttanríkispolitiska lógin ikki loyva føroyskum limaskapi í stovnum ella sáttmálum, har Danmark eisini er limur.