Lin Dan endurvann heimsmeistaraheitið

Síðstu vikuna hevur HM í badminton verið á skránni, og í gjár blivu tær flestu finalurnar so spældur.

Tað, sum tey flestu helst bíða eftir eru finalurnar í einmansleiki hjá kvinnum og monnum, og finaluna hjá kvinnum vann kinesiska Zhu Lin í stórum stíli 2-0 ímóti Wang Chen. Settúrslitini vóru 21-8, 21-12. Meir spenningur var hjá monnum, har heimsmeistarin, Lin Dan, møtti Sony Dwi Kuncoro. Lin Dan úr Kina vann eisini 2-0, men settúrslitini hesa ferð vóru 21-11, 22-20.