Jólakonsertin hjá Lindu Andrews byrjar kl. 20 Linda Andrews, sum er innstillað til Planet-virðislønina, sum besti kvinnuligi sangari, hevur jólakonsert í Eiðis Kirkju í kvøld. Klaversnillingurin, Gunnar Guttesen kemur at hava fylgisspælið. Linda Andrews kemur at syngja jólasangir og jólasálmar á bæði føroyskum og á enskum máli. Talan verður um bæði nýggjari og eldri jólasangir og jólasálmar. Í morgunsendingini hjá Rás2 ígjár hevði Linda Andrews á orði, hvussu góður akkustikkurin í Eiðis Kirkju er. Tí kunnu fólk vænta eina góða framførslu í einum góðum ljóðrúmi í kvøld. Konsertin byrjar kl. 20.00. Fólk sleppa inn ókeypis.