Tað var eingin slingur í valsinum, tá ið Linda Andrews sang seg víðari til enn eitt umfar í X Factor sangkappingini í Danmark Fyri kappingina í kvøld vóru tað fleiri, sum hildu at Linda Andrews var í vanda fyri at rúka út. Hetta søgdu fólk, tí hinir báðir tilkomnu finalistarnir eru farnir burturav longu nú.
Men Linda kom als ikki vanda í kvøld. Hon hevði eina góða og trygga framførslu av ABBA-sanginum Money, Money, Money, og Linda er nú millum tey fimm seinastu í kappingini.
Í kvøld stóðu Asian Sensation fyri fallið.
X Factor verður aftur næsta fríggjakvøld.