Ungdómur:
Torshavnar kommuna hevur í ár valt at fingið Lindu Petersen at samskipa »Ung í arbeiði«, og hetta er gjørt út frá teirri sannroynd, at hon sum starvsfólk á Margarinfabrikkini longu frammanundan kennir fleiri av teimum ungu og er von at samskifta við tey.
Sjálv heldur Linda Petersen, at tiltakið kemur øllum pørtum tilgóða. Tey ungu verða aktiverað.
- Hjá teimum, sum ikki fara út at ferðast, kann summarfrítíðin mangan tykjast long, so her fáa tey ein gyltan møguleika at hava okkurt at fara upp til, samstundis sum tey forvinna sær nakrar krónur, sigur Linda Petersen.
Tey ungu fáa eisini møguliga fyri at nema sær kunnleika til handaligt arbeiðið. Kommunan hevur samstundis møguleikan at fáa ymiskt arbeiði gjørt, sum kanska liggur á láni. Tað fer fram á tann hátt, at kommunan setur fram ynski um, hvat tey kundu ynskt sær framt, og síðani verða tey ungu skipað í bólkar við einum bólkaleiðara og sett at gera hesi arbeiði. Ofta er talan um arbeiði, sum fríðka um kommununa.
Í næstum fer at verða søkt eftir bólkaleiðarum, sum saman við samskiparanum fara at hava ábyrgdina av at alt arbeiðið gongur sum tað skal.
Tilmelding
Áður hava tey ungu meldað til um telefon ella teldupost, og hetta hevur til tíðir verið rættiliga kaotiskt. Tí hevur kommunan í ár valt at menna eina skipan til heimasíðuna www.torshavn.fo, har tey ungu melda til um heimasíðuna við at uppgeva navn og fartelefonnummar. Kommunan gevur teimum so boð um sms, um tey hava fingið arbeiðið, umframt at yvirlit verður lagt út á heimasíðuna yvir bólkaleiðarar og tey ungu. Melda verður til frá 19. til 30. mai.
Undanfarnu ár hevur verið stórur áhugi millum tey ungu at melda til, og foreldrini tykjast sera glað fyri, at børnini hava eitt arbeiði at fara upp til.
Tey ungu fáa tvær arbeiðsvikur í part, og í ár eru vikurnar 27, 28, 29 og 30 settar av til verkætlanina.