Danin Anders Lindegaard fær ein møguleika at kappast við spaniumannin David De Gea um, hvør teirra skal verja málið hjá Manchester United, men tað er tó eingin ivi um, hvørjum Alex Ferguson væntar sær meiri av.
Venjarin vísir á, at De Gea, sum Manchetser United hevur keypt frá Atletico Madrid, er bara 20 ára gamal. Rætt er tað, at hann hevur spælt í teirri bestu sponsku deildini, men tað er ikki Premier League, sigur Ferguson sambært ESPN.
-Vit hava eisini Anders Lindegaard, so vit fáa kanska eina kapping um plássið, og tað mugu báðir góðtaka. Men sum frá líður, fer De Gea at tryggja sær málmansplássið. Tað er eingin ivi um tað, sigur United-venjarin.
Niðurlendingurin Edwin van der Saar gavt í United-málinum, tá seinasta kappingarár endaði.