Magnus Gunnarsson
Tá tú ert komin at sita í bilinum, ið er lágur at koma inn í, merkist, at her er alt væl gjørt, heilt niður í smálutir.
Á baksetrinum er pláss til børn ella smærri fólk. Tað er eisini í lagi, tí tað var ongantíð ætlanin, at Audi TT skuldi verða ein bilur til alla familjuna. Tó hevur hann eitt hampuliga stórt viðførisrúm, og við at leggja baksetrini fram, fáast 540 litrar at ráa yvir.
Sum ein dreymur?
Tá tú setur teg handan rættið í Audi TT - tá merkir tú, at tað eru veruliga nógvar hestakreftir, tú hevur við at gera. Tú leggur fótin varisliga á speedaran - og bilurin flýgur avstað. Tú merkir dupultu turbo?ina og allar tær 225 hestakreftirnar undir hjálminum.
Ein sonn fragd at koyra?
Næstan alt er standardútgerð
Útsjóndin á Audi TT er so háttað, at hann vekjur undran, har hann kemur. Tær rundu og bleytu linjurnar eru nærmast fullkomnar. Eisini sæst væl, at VW Beetle og Audi TT eru í nærmastu familju, og eru bygdir yvir ein broyttan VW Golf plattform.
Audi TT hevur næstan alt sum standardútgerð, so sum dupult airbag, síðuairbag, ABS bremsur, antispin (ASR), el-síðurútar, fjarstýrt sentrallás, leðursetur og automatiskt klimaanlegg.
Tey sum hava hug at slappa av og droyma eina løtu, kunnu koma á bilframsýningina í Havn og síggja bilin.
Audi TT
Quattro Coupé
Motorurin1.8 l 4 syl
5V-teknik 225 HK
0-100 km/t6,4 sek/6 gear
Bensinnýtsla 10,9 km/l
Dekkstødd225/45-17
Stødd og vekt
Longd 404,1
Breidd 185,6
Hædd 134,5
Eginvekt 1395 kg
Viðførisrúm220 litrar
Prísur518.000 kr
Søluumboð
P/F Bilasølan
v/ Øssur Johannesen
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík