Ein maður varð í Føroya rætti í gjár dømdur tríggjar mánaðar fongsulsrevsing fyri at hava sligið konuna, men tveir av mánaðunum vórðu gjørdir treytaðir, tí maður og kona vóru samd um at liva víðari saman.
Maðurin hevði frammanundan tveir harðskapsdómar, men tær ferðirnar var tað ikki móti konuni, hann hevði verið harðligur.
Dómurin fyri harðskapin móti konuni var tríggjar mánaðar fogsulsrevsing, men eftir umstøðunum valdi dómarin at vera lagaligur.
Tey bæði vóru farin fra hvørjum øðrum, men royndu at koma saman aftur. Ein dagin endaði tó galið, og maðurin slerdi.
Kvinnan og maðurin søgdu seg bæði líka hørm um tilburðin, og kvinnan segði seg fyri alt í verðini vilja fáa viðurskiftini í rættlag aftur teirra millum. Tí noktaði hon eisini at vitna, ið hon sum hjúnarfelagi hevði rætt til at gera.
Við øllum hesum í huga avgjørd dómarin, at tveir av teimum trimum mánaðunum skuldu vera treytaðir. Maðurin hevur sitið varðhaldsfongslaður í ein mánað, so tá i rættarfundurin var av, var maðurin ein fríur maður.
Myndin, sum vit prenta til henda tíðindastubban, er ein modellmynd.