Athletic Bilbao er stórsteypavinnari í Spania. Tað er greitt, eftir at teir vunnu finaluna móti FC Barcelona og hálvfinaluna móti Real Madrid. Athletic Bilbao vann 3-2 eftir longda leiktíð og Lionel Messi bleiv útvístur fyri at sláa stutt fyri tíð.
FC Barcelona hevur sæð betri út á vøllinum í seinastuni, og tí varð væntað at liðið fór at vinna finaluna um Stórsteypið, eftir at hava vunnið á Real Sociedad í hálvfinaluni. Í Spania verður stórsteypadysturin avgreiddur millum fýra lið, ið spæla eina hálvfinalu og eina finalu.
Katalanska stórfelagið kom eisini á odda fimm minuttir fyri hálvleik við máli sum Antoine Griezmann skoraði. Bara tveir minuttir seinni javnaði Oscar de Marcos fyri Athletic Bilbao.
Í seinna hálvleiki kom FC Barcelona aftur á odda, eftir at Atheltic Bilbao hevði fingið eitt mál kolldømt, tá Antoine Griezmann sendi eitt flatt innlegg úr vinstru í mál. Leingi sá út til, at FC Barcelona fór at vinna stórsteypið, men í seinasta minuttinum av vanligari leiktíð javnaði innskifti Asier Villalibre fyri Athletic.
Í longdu leiktíðini kom so dagsins mál. Inaki Williams fekk bóltin í vinstru á brotsteigarmarkinum og meddaði hann upp í handara málhorn. Í seinasta minuttinum fekk Lionel Messi reytt kort, tá hann hevndi seg við sláa út eftir einum spælara hjá Athletic Bilbao, sum gav argentinska bóltsnillinginum eitt síðuskump.
Spania – stórasteypadystur:
FC Barcelona – Athletic Bilbao 2-3 (1-1) eftir longda leiktíð
1-0 Antoine Griezmann, 40
1-1 Oscar de Marcos, 42
2-1 Antoine Griezmann, 77
2-2 Asier Villalibre, 90
2-3 Inaki Williams, 94
Barcelona: Ter Stegen; Dest (Mingueza, min. 46), Lenglet (Trincao, min. 105), Araujo, Alba; Busquets (Riqui Puig, min. 97), De Jong, Pedri (Pjanic, min. 88); Dembele (Braithwaite, min. 88), Messi, Griezmann
Athletic: Unai Simon; Capa (Berenguer, min. 80), Inigo (Unai Nunez, min. 95), Yeray, Balenziaga (Lekue, min. 83); De Marcos (Vesga, min. 80), Dani Garcia, Vencedor, Muniain; Raul Garcia (Villalibre, min. 83), Williams (Morcillo, min. 105)