LISA helt føðingardag í dag

Móttøka var í Bartskerstovu í hølunum hjá Katrinu Christiansen) í Bringsnagøtu í Havn.

Listafólkafelagsskapurin LISA hátíðarhelt í dag, at 35 ár eru farin, síðani stovningardagin.

 

Tað varð tá hildið, at brúk var fyri einum meginfelag, ið savnaði listafólk og feløg teirra.

 

Móttøka var í Bartskerstovu í hølunum í gamla handlinum hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu í Havn.Væl av fólki var komið saman, so trongligt var í stovu, men hugnin var har og gott lag.

 

Á skránni vóru røður, heiðurskvøða, tónleikur og veitslukøka.