Lisbeth L. Petersen er nýggj forkvinna Sambandsfloksins

Við 26 atkvøðum ímóti 21 vann Lisbeth L. Petersen valið um formanspostin í Sambandsflokkinum

 

Við Sosialin í gjár segði Lisbeth L. Petersen, at við henni sum forkvinnu fær Sambandsflokkurin eina nýggja leiðslu, sum fer at leggja dent á at fáa Sambandsflokkin meir sjónligan í kjakinum um sjálvstýrisspurningin. Lisbeth L. Petersen heldur, at við Edmundi Joensen sum formanni er flokkurin komin út á eitt siðuspor, har veljarin sær hann sum ein alt ov konservativan flokk.


Formansvalið hevur júst verið í Læraraskúlahølini í Havn, og í løtuni fer atkvøðugreiðsla fram um, hvønn flokkurin fer at velja til næstformann, Heðin Mortensen, løgtingsmann úr Havn ella Alfred Olsen, løgtingsmann av Toftum.


Sum skilst er semja millum valfeløgni í Sambandsflokinum um, at forkvinna og næstformaður ikki skulu vera úr sama valdømi. men um eina løtu fáa vit at síggja, um so verður...