Lisbeth Nebelong:Skrivar um økonomi og kærleika

Rithøvundurin av nýggju skaldsøguni, "Når engle spiller Mozart", ið júst er komin út í bók, er 48 ára gomla, Lisbeth Nebelong, ið er donsk. Trý ár av lívi sínum hevur hon búð í Føroyum

Lisbeth Nebelong er donsk, fødd í 1955, dóttir Lise og N.C. Nebelong, sum var fulltrúi hjá ríkisumboðsmanninum Mogens Wahl frá 1965-67. Tey búðu á Lützenstrøð í Havn, í húsunum sum vit kenna sum "Statskassin". Lisbeth gekk í Sankta Frants skúla hesi árini. Hon eigur tvær yngri systrar, Helle og Lotte.
Seinni, frá 1973-1974, kom hon aftur og arbeiddi sum vikarur í Nonnuskúlanum. Tá sang hon eisini við í Havnarkórinum.
Lisbeth er gift við Jesper Krag, ið er sálarlækni, tey eiga sonin Mikkel, sum er 16 ára gamal
Hon er útbúgvin tíðindakvinna og Master of Public Management, MPM. Hon hevur arbeitt á Berlingske Tidende og Børsens Nyhedsmagasin, arbeitt við radio og sjónvarpi og verið kunningarstjóri í Kommunernes Landsforening.
Í dag er hon samskiftisráðgevi og rithøvundur. Seinastu tíggju árini hevur hon skrivað bøkur um privatøkonomi hjá fólki. Tann nýggjasta bókin er Sund økonomi, sum kom út í 2000.
Sum fjølmiðlakvinna hevur Lisbeth Nebelong verið á frásøguferð í Føroyum í 1980, 1985 og í 1989. Í 2000 skrivaði hon eina ritgerð um fullveldisgongdina í Føroyum.

Um skaldsøguna

Når engle spiller Mozart er hennara fyrsta skaldsøga. Bókin handlar um 44 ára gomlu Lisu Bjørn Nielsen, stjórnmálafrøðing, sum í februar 2000 kemur til Havnar at røða á fullveldisráðstevnuni í Norðurlandahúsinum. Á ferðini til Føroyar hittir hon eina fortíð og ein ungdómskærleika, sum hon trúði, at hon fyri langari tíð síðani hevði lagt aftur um seg.
Sum dóttir ríkisumboðsmannsins gekk hon í 3.G á Føroya Studentaskúla í 1974. Nú kemur hon aftur sum búgvin karrierukvinna. Men ferðin fær eina heilt aðra gongd, enn hon hevði væntað. Hesi trý samdøgrini hon er í Havn fær ikki bert tann politiska tilgongdin eitt álvarsamt skot fyri bógvin, eisini hennara egna sinni verður skakað, tá hon knappliga stendur andlit til andlits við ein longsul og eina trá og møtir skuggum úr egnari fortíð, sum noyða hana at endurskoða alt sítt lív.
"Når engle spiller Mozart" er ein skaldsøga um eina modernaða kvinnu, sum leitar eftir samanhangi og meining í einum fløktum heimi. Um at velja og at velja frá í lívinum, um kærleika, tónleik og politikk. Um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark fyrr og nú, og um veg føroyinga móti sjálvstýri.

Lisbeth Nebelong leggur dent á at tað er ikki hennara egna lívssøga, sum hon hevur givið út sum skaldsøgu. Tí lagnurnar hjá henni og Lisu Bjørn Nielsen í skaldsøguni líkjast ikki.
Í sambandi við skaldsøguna hevur Lisbeth sett seg væl inn í føroysk viðurskifti. Umframt tað at hon hevur búð í Føroyum trý ár av lívi sínum, hevur hon verið her nakrar ferðir og hugt at teimum støðum, sum hon nevnir í bókini, fyri at alt skal vera so rætt sum møguligt. Tað er eisini vert at nevna, at Lisbeth er sera hugtikin av Føroyum, og hevði hon einki havt ímóti at búsett seg her, um familjan gekk við upp á tað.
Mánakvøldið 15. september varð tíðindafundur og hugnaløta í Luongini á Hotel Hafnia, har Lisbeth Nebelong las og segði frá um skaldsøguna, eisini var møguleiki at skifta orð við rithøvundin um evnini í skaldsøguni.