POLITIKKUR
- Hatta er smáligt av Tórbjørn, og tað sær næstan út sum, at man skal vísa partíkort fram, tá hann verður prestur og skal prædika.
- Tað er ikki so løgið, at vit eru í tveimum ymiskum flokkum.
Tað sigur Lisbeth L. Petersen, løgtingslimur fyri Sambandsflokkin, um samrøðuna við Tórbjørn Jacobsen, tjóðveldistingmann, í Sosialinum í gjár. Hon er limur í politiska fylgibólkinum í sambandi við ta ætlaðu yvirtøkuna av Fólkakirkjuni.
Tórbjørn Jacobsen segði m.a., at føroyskt eigur at vera høvuðsmálið í yvirtiknu kirkjuni, og at møguligir danskir prestar skulu prædika á føroyskum. Harafturat fanst hann hvassliga at greinini í lógaruppskotinum um ta yvirtiknu kirkjuna, ið umrøður donsku hernaðarligu verjuna. Tórbjørn Jacobsen eftirlýsti eisini eitt kjak um yvirtøkuna, tí hann metti, at politikararnir hava gjørt yvirtøkuna til eitt tabu.
Lisbeth L. Petersen metir, at danskir prestar kunnu læra seg at tosa føroyskt. Men hon heldur ikki, tað eigur at verða eitt krav.
- Kunnu teir tað er tað í fínasta lagi, men vit hava havt trupult við at fáa føroyskar prestar, vísir sambandskvinnan á.
- Eg virði føroyska málið, men viðhvørt kann tað vera tungt at lurta eftir, tá teir tvinga seg at tosa føroyskt, heldur Lisbeth L. Petersen, sum minnir á, at føroyskt er høvuðsmálið í Føroyum, og at danskt ikki er so nógv brúkt longur, sum tað var áður.
Viðgjørt í trúnaði
Spurd, um hon er samd við Tórbjørn Jacobsnen, tá hann vil vera við, at politikararnir hava gjørt yvirtøkuna av kirkjuna til tabu, er Lisbeth L. Petersen partvíst samd.
- Tað varð álagt okkum í fylgibólkinum, at alt var í trúnaði, sigur tingkvinnan, og heldur hetta helst koma av, at yvirtøkan ikki skuldi brúkast í einum møguligum valstríði.
- Men tað ger Tórbjørn, nú hann hevur opnað ballið, sigur Lisbeth L. Petersen um sjónarmiðini hjá tjóðveldismanninum. Honheldur tó, at málið um yvirtøkuna kanska kundi verið meira opið, og at tað í løtuni tykist sum um, at tað er “forhastað”, sum hon málber seg.
- Tað er ymist, vit kundu hugsað okkum at vitað meira.
Lisbeth L. Petersen heldur ikki nógv um kravið Tórbjørn Jacobsen um, at danskt hervald ikki skal vera nevnt í føroyskum kirkjulógum.
- Gloymir hann, at vit eru í ríkisfelagsskapi, sigur Lisbeth L. Petersen.
-- -- -- -- -- -- --
MYNDATEKSTUR
Lisbeth L. Petersen er limur í politiska fylgibólkinum í sambandi við ta ætlaðu yvirtøkuna av Fólkakirkjuni