Fótbóltur: UEFA kunngjørdi á tíðindafundi í gjár, at finalan í Champions League í 2014 skal spælast á Estadio da Luz í portugisiska høvuðsstaðnum, Lissabon. Leikvøllurin, sum er heimavøllur hjá Benfica og rúmar 65.000 áskoðarum, bleiv endurnýggjaður í 2004 undan EM-endaspælinum. EM-finalan bleiv somuleiðis spæld har.
Á tíðindafundinum í gjár boðaði UEFA eisini frá, at finalan í Europa League hetta sama árið verður spæld á nýggja Juventus Stadium í Torino.