Listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Smiðjan í Lítluvík verður í døgunum 7-11. apríl karmur um eina forkunnuga listaframsýning, tá fleiri av Føroya fremstu listafólkum fara at sýna fram sínar myndir. Tiltakið er við til at stuðla einum lærisveinaskúla í Pakistan, ið føroyski trúboðarafelagskapurin, Samverkamenn, skipar fyri.

7-11 apríl skipa Samverkamenn fyri  listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Høvið verður at keypa listaverkini, ið sýnd verða fram. Listafólkini, sum hava latið sínar málningar til átakið eru: Ásla Rannvá Svensson, Edith Mørkøre, Eli Smith, Eyðun av Reyni, Hedvig Jóhansdóttir, Kári Svensson, Ólavur á Váli, Petur Prent og onnur.
 
Samverkamenn er ein føroyskur trúboðarafelagskapur, ið serliga arbeiðir ímillum asiatar og muslimar. Lærisveinaskúlin er ein verkætlan, ið gevur pakistanum, ið lítlar og ongar møguleikar hava at fáa bíbliuundirvísing, møguleika fyri, í 30 dagar, at koma til eitt leguhús og fáa góða og viðkomandi bíbliuundirvising.
 
Smiðjan verður opin  dagarnar 7-11 apríl frá kl.15-20, leygardagin og sunnudagin verður tó opið frá kl. 13-21. Til ber at lesa meira um tiltakið og síggja nøkur av listaverkunum á heimasíðuni www.samverkamenn.org.