Listagluggin í nýggj hølir

Í morgin, hósdagin 27. august kl. 16 letur Listagluggin upp í nýggjum hølum í Dr. Jacobsensgøtu 15 í Havn.

Listagluggin flytur úr N. Finsensgøtu 25, har hann hevur hildið til síðan hann var settur á stovn fyri tveimum árum síðan.


Mortan C. Carlsen, sum eigur og rekur Listagluggan, sigur, at umstøðurnar eru munandi betri í nýggju hølunum, sum eru størri og høgligari at koma til.


Framsýningarhølini er býtt upp í tveir partar. Ein partur er til framsýningar hjá einum ávísum listafólki, meðan í hinum partinum eru listaverk hjá ymiskum listafólkum. Listagluggin letur upp við eini stórari framsýning við málningum hjá Ingálvi av Reyni.


Umframt at hava listaframsýningar í Føroyum, er Listagluggin eisini við á framsýningum uttanlands sum t.d. í september í Art-Kobenhagen og í sambandi við at Fredeikssunds kommuna fyllir 200 ár.

Mortan sigur, at føroysk list er væl umtókt uttanlands. Eisini sýna útlendsk ferðafólk stóran áhuga fyri føroyskari list.