Tónleikur
Fleiri konsertir verða í Miðlahúsinum á ólavsøku, eins og vanligt hevur verið undanfarin ár.
Í fjør spældu Stanley Samuelsen og Hanus G. Johansen, og teir fingu tá eisini handaða Listavirðisløn Miðlahúsins. Umframt heiðurin, so fingu teir 50.000 krónur hvør.
Báðir fegnast teir um heiðurin, herðaklappi, og upphæddin ger sjálvsagt eisini mun.
Bjargaði árinum.
Stanley Samuelsen sigur, at persónliga hevði Listavirðisløn Miðlahúsins nógv at siga fyri hann, tí slíkt herðaklapp hevur nógv at siga.
- Og at fáa 50.000 krónur hevði eisini stóran týdning, og tað bjargaði mær árinum í fjør, tí ein gerst ikki ríkur av at spæla tónleik, sigur Stanley Samuelsen.
Hann fegnast um, at tónleikur hansara verður nógv spældur, og at nógv fólk annars koma til konsertirnar hjá honum. Júst nú er hann á ferð í Føroyum, og nógv fólk hava verið og lurtað eftir mongu vælkendu løgunum. ´
Á ólavsøku fer Stanley at framføra í Miðlahúsinum, og á skránni verða mong av væl kendu løgunum, ið fólk kenna frá útgávunum. Stanley fer eisini at spæla nøkur løg saman við Hanusi G. Johansen. Báðir siga seg gleða seg til at spæla og framføra saman.
Um framtíðarætlanir sínar sigur Stanley, at hann arbeiðir við nýggjum tilfari, og tá nóg mikið er, er ein fløga væntandi. Í løtuni arbeiðir hann við at geva nakrar av føroysku sangum sínum út á donskum. Fløgan kemur út í Danmark, væntandi seinni í ár.
Stanley hevur eisini upptøkuhøli heima, og har eru tvey fólk inni nú og taka upp.
- Har nýti eg sjálvandi nógva tíð, har eg annars kundi verið skapnadi og ment egnan tónleik, men vónandi kemur okkurt út næsta ár, sigur Stanley Samuelsen.
Gott at onur tekur ein í álvara
Hanus G. Johansen fekk eisini Listavirðisløn Miðlahúsins í fjør.
- Tað er gott at vita, at onkur er, ið tekur ein í álvara. Ein hevur jú brúkt alt lívið uppá hetta, sigur Hanus um sangleið sína, og tað at fáa virðisløn og herðaklapp.
- Tað er ómetaliga gott at fáa slíka viðurkenning, staðfestir Hanus.
Hanus fer eisini á pall í Miðlahúsinum á ólavsøku, bæði sum einstaklingur, og saman við Stanley Samuelsen.
Enn hevur Hanus ikki neyvt avgjørt, hvat áhoyrararnir sleppa at hoyra, tí enn er sangskráin ikki løgd.
- Eg hyggi ofta eftir sangunum, fyri at minna meg á teir, men eg havi allar í høvdinum, og taki so ofta tað, ið hóskar til løtuna, sigur Hanus, ið metir tað sum neyðugt frælsi at vera leysur av pappíri, tá pallframførslan er.
Um ólavsøkuna hevur Hanus fleiri tiltøk á skránni, umframt Miðlahúsið. M.a. skal hann vera við í kantatuni hjá Sunnleif Rasmussen, har eini 200 luttakarar eru við.
Hanus hevur havt ætlanir um nýggja útgávu, men ymiskt er komið í vegin.
- Men um alt lagar seg, og røttu fólkini eru kring meg, so kann alt henda so skjótt, sigur Hanus G. Jonhansen.
Niels og Lív.
Fyrr í ár kom nýggj fløga, sum hóast serstøk, veruliga fekk fastatøkur á føroyingum.
Talan er um Niels Midjord og Lív Næs, ið syngja vísur. Tey bæði fara á pall í Miðlahúsinum á ólavsøku.
- Talan verður um løg av fløguni, umframt løg, sum Lív hevur gjørt, og so okkurt hjá Martin Joensen eisini, sigur Niels Midjord.
Um fløguna við Niels og Lív sigur Niels Midjord, at sjálvur er hann bilsin og fegin um góðu og óvæntaðu móttøkuna, ið fløgan hevur fingið.
Niels er føroyskt umboð í Nordvis, partur av Visans Venner, og hevur hann sett sær fyri at føroyska norðurlendskar vísuklassikkarar. Hann gav saman við øðrum fløgu út fyri eini tveimum árum síðani, men heldur hann, at hendan líkasum druknaði í jólasølumeldrinum.
Nýggja fløgan kom fyri páskir í ár.
- Hetta er møguliga betri tíð til eina fløgu, ið ikki inniheldur populertónleik, sigur Niels Midjord.
Niels og Lív hava verið á ferð við tónleikinum av nýggju fløguni, og nógv fólk hava lurtað, m.a. spældu tey fyri fullsettari kirkju í Sandavági.
Uni Arge i Miðlahúsinum
Uni Arge hevur gjørt vart við seg sum tónleikari og lag- og orðasmiður seinnu árini. Næsta fløga hansara kom fyri stuttum, og eins og fyrra fløgan, hevur hendan fingið góða móttøku, og er nógv spæld í loftmiðlunum.
Hetta fegnast Uni altmikið um. Á ólavsøku framførur Uni Arge í Miðlahúsinum.
- Talan verðr um løg av báðum útgávunum. Tað vil siga, tað sum hevur verið frammi, og tað sum er frami júst nú, sigur Uni, ið fer á pall í Miðlahúsinum sum einstaklingur.
Uni hevur verið úti og framført sín tónleik, og hevur hetta riggað væl. M.a. fyri stuttum í Posthúskjallaranum í Havn.
- Tað var eitt kvøld, ið á mangan hátt var øðrvísi skipað, men tað riggaði fínt, sigur Uni, ið fegnast um, at tað gongur væl við søluni av nýggju fløguni.
Martin Joensen
Martin Joensen er gamal kenningur á føroyska tónleikapallinum, og hevur seinnu árini av álvara gjørt vart við seg um ein av dugnaligastu og fólkakærastu lag- og orðsmiðum okkara.
Hann hevur hópin av kendum sangum at oysa av, tá hann fer á pall í Miðlahúsinum á ólavsøku.
- Talan verður um nakað av tí góða, gamla, so sum Ró og Svarti Ravnur, men eg arbeiði eisini við nýggjum tilfari júst nú, og kanska verða eisnini gloypibitar av hesum at hoyra í Miðlahúsinum, sigur Martin Joensen.
Um nýggja tilfarið sigur hann, at hetta er ein víðari menning av tí stíli og innihaldi, ið hava verið á undanfarnum útgávum.
Í løtuni verður arbeitt við at fyrireika innspæling av nýggja tilfarinum, sum vónandi kemur út í heyst.
Martin Joensen sigur, at á ólavsøku í Miðlahúsinum verður hann eina á pallli, men kanska hann tó fær vitjan av onkrum tónleikara, ið kemur at geva eina hjálpandi hond.