Listummælari spyr: Er nakar arkitektur til staðar?

Nú mangla vit fakfólkini, tey við skil uppá mentan, byggisøgu, friðing, bygningar, dimensiónir og estetikk at úttala seg um ætlanirnar hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, heldur Kinna Poulsen.

Kinna Poulsen, listummælari, skrivar á listaportal.com, eina viðmerking til málið um ætlaðu útbyggingarnar á Tvøroyri, har Varðin ætlar at útbyggja virkið, meðan røddir á Tvøroyri harmast um avleiðingarnar, ið hetta m.a. hevur fyri bygdamyndina.

 

Nú mangla vit fakfólkini, tey við skil uppá mentan, byggisøgu, friðing, bygningar, dimensiónir og estetikk at úttala seg um ætlanirnar hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, skrivar Kinna Poulsen millum annað.

 

Í Breddanum komu meiningarnar fram og sum so ofta tykist tað vera ein spurningur um at velja millum pengar og estetikk. Hetta sýnist sera gamaldags, mann skuldi hildið, at kapitalurin í 2023 megnaði at taka atlit og hava virðing fyri byggilistaligum og mentanarligum virðum, skrivar Kinna Poulsen millum annað á www.listaportal.com, har øll viðmerkingin kann lesast.