Álit heldur enn tvingsil

– Vit hava ikki hildið tað vera rætt higartil, og eg haldi framvegis ikki, at vit skulu hava eina tvingsilslóg, har vit noyða fólk í sóttarhald, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og afturvísir sostatt atfinningunum hjá samgongufelagnum Christiani Andreasen

Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, er ikki samdur við Christiani Andrasen, formanni Fólkafloksins á tingi, sum í gjár eftirlýsti, at landsstýrið má traðka í karakter og fáa sær neyðugu heimildina at seta avmarkingar fyri ferðafólk, sum ferðast úr útheiminum til Føroya.

– Vit í landsstýrinum meta dagliga um støðuna. Higartil hevur tað riggað við vælvilja, áliti og at hvør einstakur borgari hevur tikið ábyrgd. Vit vilja heldur hava álit enn at noyða fólk, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Formaður Fólkafloksins á tingi: Landsstýrið má traðka í karakter

Hann vísir á, at strategiin hevur riggað, og at tey trý, sum eru smittað seinastu dagarnar, øll hava verið í sóttarhaldi, og tí heldur hann ikki at neyðugt er at broyta nakað.

– Hinvegin, er tað soleiðis, at tað verður ein trupulleiki, og tað ikki fer at rigga meira, so er lógin klár at bera niðan í løgtingið og at fáa samtykt í løgtinginum, sigur løgmaður.

Hann vísir á, at myndugleikarnir allatíðina hava heitt á fólk, sum koma til landið, um at fara í sóttarhald í 14 dagar, og tað hevur riggað.

– Um vit skulu havt politivakt at ansa eftir, at fólk eru í sóttarhaldi, so vildi tað kravt sera nógva orku. Mær dámar betur, at vit fylgja teimum upp, og at tað verður ringt til teirra regluliga, og tað er við til at minna tey á, at vísa ábyrgd og fylgja teimum tilmælum, ið eru, sigur løgmaður.

– Sum heild hevur samgongan staðið saman. Tað heita evnið er landamarkið, sum er smittukeldan. Men eg haldi, at vit skulu halda fast við verandi strategi at vísa ábygd og álit, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Lurtið eftir allari samrøðuni, sum Árni Gregersen hevði við løgmann í tíðindunum á FM 1 í gjár klokkan 17.