Litava verður stórur biti

Litava er greiður favorittur móti Føroyum í dag

Eftir ósigurin fyri Finnlandi í gjár, skal Føroyska landsliðið royna seg móti Litava.

Litava tapti í gjár við einum máli móti Sveis, og skal hava eitt úrslit um nakar møguleiki skal vera fyri at spæla seg víðari.

 

Dystirnir í gjár bóru eisini brá av at Litava er á einum hægri støðið enn til dømis Finnland, ið Føroyar ikki megnaðu at basa.

Litava spældi við stórari leikferð og sýndi stóra kropsliga styrki í dystinum móti Sveis, so tað verður ein harður dystur fyri Føroyar í dag.

 

Altjóða veddingarfyritøkurnar lýsa hetta eisini, tí tær hava Litava sum greiðan favoritt.

Í miðal geva tær 8,45 ferðir pengarnar aftur um tað skuldi verið til føroyskan sigur, meðan ein litaviskur sigur bert gevur 1,10 ferðir pengarnar aftur.

 

Ágúst Jóhansson, landsliðsvenjari, sigur í stuttari viðmerking til In.fo, at tað verður ein sera trupul dystur, men hann vónar at Føroyar kann taka Litava á bóli í dag.

 

Føroyar spæla móti Litava klokkan 15.30 føroyska tíð. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.