Litaval í nýggjan bygning

Deildin hjá Litaval í Vági fær nú rúmligari umstøður. Nýggjur bygningur varð reistur týsdagin. Við hesum flytir virksemið í egin høli, ið eisini eru væl størri, enn leigaðu hølini, ið húsast hevur verið í

 

Framgongdin í búskapinum nær eisini útjaðaran. Vágur, sum í kreppuárunum var fyri sera stórum bakkasti, líkist nú mest einum stórbýi, um hugsað verður um virksemi og harav standandi ferðslu.

Nýtt og framkomið fiskavirkið er júst farið í gongd við framleiðslu, eins og annað virksemi hevur tikið dik á seg.

Annað eyðkenni fyri framgongdina er økt byggivirksemi og eisini her er Vágur við.

Litaval í Vági hevur í mong ár húsast í leigaðum hølum, men nú verður bøtt um umstøðurnar. Litaval byggir nú nýggj høli, ið liggja væl fyri við bryggjuøkið. Hetta merkir samstundis, at handilshølini liggja miðskeiðis í bygdini og við høvuðsvegin.

Nýggju hølini liggja í handilsumhvørvi millum aðrar handlar í miðum býi.

Nýggi bygningurin verður innilokaður fyri jól og væntandi verður latið upp fyrst í apríl.

Umstøðurnar verða munandi betraðar, tá flutt verður í nýreista bygningin, ið eisini hevur góðan kjallara. Farið verður tá úr 67 fermetrum og í nýggju hølini, ið eru eini 160 fermetrar.