Ólavur í Beiti
Í gjár fekk fiskimálaráðharrin álitið frá nevndini um yvirtøku av Skipaeftirlitinum.
Í nevndini sum hevur gjørt tilmælið hava m.a. sitið: Halgir Winther Poulsen, formaður, vegna Fiskimálastýrið Kristin Balle, vegna Sjóvinnufyrisitingina Eyðun Berth Jacobsen, vegna Reiðarafelagið fyri Farmaskip Óli Hammer, vegna Føroya Skipara og Navigatørfelag Ellintur M. Abrahamsen, vegna Søfartsstyrelsen, Arne Ulstrup, yvirskipasýnsmaður.
Arne Ulstrup hevur bert veitt nevndini tekniska hjálp og ráð um, hvussu føroysk lóggáva kann verða skipað og føroyskt skipaeftirlit verða sett á stovn, eftir at málsøkið skipaeftirlit er yvirtikið. Álitið er sostatt ikki neyðturviliga í samsvari við áskoðanina hjá ríkismyndugleikunum, sigur nevndin.
Arbeiðssetningur
Arbeiðssetningurin hjá nevndini var ma., at gera lóg um skipatryggleikan, lóg um sigling og merking, og um føroyska sjólóg. Lýsa viðurskiftini millum Danmark og Føroyar og hvussu tey kunnu skipast, soleiðis at Føroyar fáa sjálvstøðuga umboðan í IMO og rættindi sum sjálvstøðugt limaland ella í eina tíð saman við Danmark. Eisini skuldi nevndin leggja dent á, at føroyska lóggávan og umsitingin verður so einkul sum møguligt, herundir at seta fram uppskot um regluverk og tvørgangandi samskipan í regluverkinum.