Yvirtøkan av fólkakirkjuni var tað málið, sum fekk mestu umrøðu í farnu viku. Málið varð samtykt við aðru viðgerð, men fall við triðju.
Uppskotið, sum Tjóðveldisflokkurin átti, segði í grein eitt, at kirkjan skuldi yvirtakast í ár 2000, meðan grein sjey sigur, at málið aftur skal á tingborð, áðrenn yvirtøkan kann fremjast.
Javnaðarflokkurin gav uppskotinum undirtøku við tveimum atkvøðum, meðan tríggjar vóru ímóti. 40% fyri og 60% ímóti. Vit hava í prinsippinum einki ímóti, at eisini kirkjan verður yvirtikin, men tað ber ikki til at seta í lógina, at hon frá ávísum degi er yvirtikin, tá málið aftur skal á tingborð. Vit høvdu mælt uppskotsstillaranum til at gera hesa broytingina, soleiðis at veruliga endamálið var at fara undir tær neyðugu fyrireikingarnar, men tað tóku teir ikki undir við. Við einari slíkari broyting, hevði uppskotið fingið munandi størri undirtøku.
Uppskotsstillarin vildi hava endamálið at vera, at kirkjan frá ávísum degi varð yvirtikin. T.v.s. at málið var at profilera ein yvirtøkupolitikk, heldur enn at vinna semju um eina yvirtøku.
Fjølmiðlarnir hava gjørt nakað burtur úr Javnaðarfloksins leikluti í hesum máli. Var okkara støða í tráð við okkara uppskot um setan av stjórnmálanevnd, var høvuðsspurningurin. Tað kann kanska undra onkran, men til tess at vísa, hvussu spjaddir, vit løgtingsmenn enn standa í sjálvstýrisspurningum, so gav Fólkaflokkurin við tí radikala sálvstýrinum málinum eina ja-atkvøðu, sjálvt eftir landsfundin seinasta vikuskifti, har semja var um, at nú skuldu Føroyar gerast sjálvstøðugar.
Men júst eitt slíkt mál, sum málið um yvirtøku av kirkjuni, er eitt dømi um lítið umhugsaðan sjálvstýrispolitikk. Tað verður tikið niður í rúgvuna, og hesa ferð var kirkjan fyrst fyri. Høvuðsmálið, sum so, var ikki at kirkjan varð yvirtikin, men heldur at Tjóðveldisflokkurin gjørdi fólk varug við, at teir framvegis arbeiða við sálvstýrismálum.
Tað, sum vit sakna, er, at tað verður lagdur ein meira ætlaður og skipaður sjálvstýrispolitikkur til rættis, soleiðis at vit hava eitt mál. Her kundi verið skilagott at sagt, at lat okkum fyrst brúka orku og pengar til tey mál, sum ikki í dag undir danskari fyrisiting virka nóg væl. Tá hevði kirkjan neyvan staðið ovast, tí flestir føroyingar eru nøgdir við kirkjuna í dag, hóast hon løgfrøðiliga er undir donskum harradømi.
Fíggjaretirlitið, sum so dyggiliga sveik okkum í bankamálinum, er framvegis danskt.
Vit sakna ein politikk, har vit eisini eftirkanna, hvørjar av framdu yvirtøkunum ikki virka nóg væl, ein politikk, har vit seta okkum eitt mál um, at vit útbyggja okkara land, so tað so líðandi er ført til at átaka sær tær uppgávur, sum hoyra einum nýmótans samfelagi til.
Tá menn rópa seg upp á loysing, so mugu teir eisini seta sær sum mál, at Føroyar eru førar fyri at virka sum eitt sjálvstøðugt land. Í einum og hvørjum nýmótans demokratiskum samfelagi er eitt lóggevandi, eitt útinnandi og eitt dømandi vald. Dømandi valdið t.v.s. løgreglan og alt rættarverkið hjá okkum er danskt, og tað ber illa til at tosa um einar sjálvstøðugar Føroyar, har tú mást biðja danir átaka sær at døma okkum, um vit gera eitthvørt revsuvert.
Men hetta kostar pengar, og tað er uttan iva orsøkin til, at hetta av sokallaðum sjálvstýrishugaðum ikki verður nevnt sum eitt átroðkandi mál. Kirkjan kostar minni, og tí verður hon tikin fram. Men kann man fremja eina discount-loysing í Føroyum? Skulu vit bert yvirtaka tað, sum lítið og einki kostar?
Hin vegin kann tað tykjast oyðslut at tosa um 14 mió. kr. til hesa yvirtøku, tá hugsað verður um, at miðnámini lógu still í 3 vikur fyri 400.000 kr, og tá hugsað verður um, at tey røktarkrevjandi í hesum landi ikki fáa nøktandi tænastu.
Og tá alt kemur til alt, so mugu tjóðveldismenn liva við okkara støðu, men vit skulu tó minna teir á, at seinast, vit høvdu uppskotið um setan av stjórnmálanevnd fyri á tingi, tá atkvøddu teir ikki fyri.
Men tó hevur uppskotið um setan av stjórnmálanevnd framvegis sum mál at finna fram til, hvat vit við breiðari politiskari undirtøku kunnu fremja á sjálvstýrisleið.
15. februar 1998
Jóannes Eidesgaard
floksformaður