Lítil fiskiskapur og ring líkindi

Tvey garnaskip fiska ávikavist svartkalva og havtasku, og tey hava brúkiligan fiskiskap.

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

- Fiskiskapurin er ikki góður, og veðrið er vánaligt, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap. Teir eru eystanfyri. Allir teir smáu trolbátarnir liggja.

 

- Eitt garnaskip er norðan fyri og fiskar svartkalva. Eitt er sunnan fyri og fiskar havtasku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap.

 

- Garnaskipini koma inn at landa antin fyrst í næstu viku ella miðskeiðis í vikuni, verður lagt aftrat.