Litríkir sangir í finaluni

Í X-Factor finaluni í morgin eru litríkir sangir á skránni.

Lucy, Anthony Jasmin og Henriette eru í X-Factor finaluni í annaðkvøld.

Danmarks Radio hevur kunngjørt, at litríkir sangir eru á skránni. Og umframt, so hava luttakararnir ein sonevndan vinnarasang.

Lucy syngur sangin Team hjá Lorde. Vinnarasangurin hjá Lucy eitur The Switch, og er skrivaður av Lucy sjálvari,  Remee, Chief 1 og Corey Chorus.

Anthony Jasmin, har Jasmin, ið hevur føroyskar røtur, er við, syngur sang hjá amerikanska rockbólkinum MGMT: Time to Pretend

Vinnarasangin hjá teimum eitur Do Ya og er skrivaður av Engelina Andrina Larsen, Ilanguaq David Lumholt Hakseberg, Thor Nørgaard og Mads Møller.

Henriette syngur  Tomorrow hjá Niki And the Dove, Vinnarasangur hennara eitur Oblivion og er skrivaður av Thomas G:son og Frederik Tao Nordsø Schjoldan.