Miðlahúsið skipar fyri almennum fyrilestri og kjakfundi um livikorini hjá støkum uppuhaldarum Føroyum í kvøld, mikukvøldið 21. apríl, kl. 19.30.
Stakir uppihaldarar hava so vánalig kor, at tað nærum er ógjørligt at yvirliva í Føroyum. Hetta staðfestir ein nýggj og slóðbrótandi kanning, sum er hin fyrsta av sínum slag um livikorini hjá støkum uppihaldarum í Føroyum.
Kanningin er høvuðsuppgávan hjá teimum báðum, Siri Hansen og Anniku Antoniussen, sum vórðu lidnar sum Cand. Ped. Soc. á Danmarks Pædagogiske Universitet í 2009.
Í kanningini, har prátað verður við stakar forsyrgjarar, verður millum annað staðfest, at tey eru sera bundin av hjálp og nái frá familju og netverki, og mugu forsaka nógv tilboð, sum kennast natúrlig fyri onnur, eitt nú føðingardagar, konfirmatiónir, ferðir, frítíðarvirksemi og so framvegis.
Á fundinum í Miðlahúsinum fara tær báðar at leggja úrslitini av kanningini fram, og høvi
verður eisini at kjakast um evnið.
Fundurin er almennur og ókeypis.
Orðstýrari verður Rigmor Dam.