Livandi tónleikur í Café Natúr

Í kvøld verður livandi tónleikur í Café Natúr við Biritu Adelu og Dánjal Gomez. Haraftrat verður spurnakapping á skránni.

 

Vælumtókta Pubquizzin í Café Natúr er aftur á skránni í kvøld, og haraftrat verður livandi tónleikur við Biritu Adelu og Dánjal Gomez. Dánjal er nógv at síggja í føroyska náttarlívinum, og hevur hann eitt nú verið at sæð í samband við Føroyameistarakappingina í Karaoke, sum Glitnir skipar fyri á hvørjum ári.

 

Birita Adela hevði høvuðsleiklutin, tá ið Studentaskúlin í Hoydølum bjóðaði til sangleikin Jesus Christ Superstar í Norðurlandahúsinum í 2010. Sangleikurin gjørdist enn eitt stórt hitt frá Studentaskúlanum, sum fekk nógv rós frá hyggjarum og ummælarum.

 

Hesi bæði skulu undirhalda í kvøld og í annaðkvøld í Café Natúr.

 

Les meira um vikuskiftið í Café Natúr á Facebooksíðuni her: www.facebook.com