Livandi tónleikur í Miðlahúsinum

Miðlahúsið hevur gjørt nógv burturúr ólavsøkuni, síðani tað opnaði fyri tveimum árum síðani. Soleiðis verður eisini í ár
Eid Spelemannslag (NO)

Norski spælimannsbólkurin Eid Spelemannslag vitjar Miðlahúsið við tónleiki, sum fevnir so víða, at ein bæði kann hoyra siðbundnar norskar fólkatónar og vælsvingandi tango. Bólkurin kemur úr Norra, og telur 9 limir.

Leygardag kl. 18 & Sunnudag kl. 14

 

Høgni Reistrup

Við fullum orkestri, ið m.a. telur blásarar og strúkarar, fer Høgni at fylla Miðlahúsið við vøkrum tónum og leitandi yrkingum av fløguni Hugafar á ferð.

Sunnudag kl. 16

 

Elin Heinesen

Í nærmastu framtíð gevur Elin út nýggja fløgu, ið ber heiti Yndisløg ? ein ferð aftur í farnar tíðir. Rose Garden og Besa Me eru millum kendu sangirnar, ið eru á fløguni og samstundis eisini á skránni, tá ið Elin spælir í Miðlahúsinum. Meðan hon sjálv spælir gittara, fer Kim Hansen at taka sær av klaverfylgispælinum.

Leygardag kl. 20

 

Sigrið Rasmussen

Talan verður um eina inniliga og hugnaliga løtu, tá ið Sigrið gestar Miðlahúsið sunnukvøldið. Hon fer at tulka kend gospel- og poppløg, og eisini framføra nýggj løg, sum hon sjálv hevur smíðað.

Sunnudag, kl.22.15-23.00

 

Spælimenninir

Tey, ið mynda Spælimenninir eru: Daniel Nielsen á violin, Sharon Weiss á blokkfloytu, Kristian Blak á klaver og Andreas Restorff á bassinum. Nøkur løg verða teirra egnu, meðan traditionell norðurlendskt løg eisini verða at hoyra.

Fríggjadag, kl. 17 í Miðlagarðinum