Live dvd við The Dreams

3. mars gevur føroyski hittbólkurin The Dreams ein live-dvd út.

Í seinastuni hevur føroyski hittbólkurin gjørt nógv um seg í Føroyum og í Danmark; eftir at teir tóku lut í donsku Melodi Grand Prix kappingini, hava teir megna at liggja sum nr. 1 fleiri í vikur á rað bæði á føroysku 15 teimum bestu hittlistanum umframt á donsku Boogielistanum við løgum av fløgu teirra ?Den nye by?.

 

Í januar 2007 byrjaði bólkurin at arbeiða saman við danska hittmakaranum Chief 1, ið skeyt upp, at bólkurin skuldi byrja at syngja á donskum ístaðin fyri á enskum og hetta tykist at hava eydnast sera væl.

 

Á MySpace-síðuni hjá bólkinum siga dreingirnir frá, at fans longu skulu byrja at gleða seg nú ? tí nýggja dvd?in verður ikki ein heilt vanlig dvd.