Liverpool fekk uppreisn

Hóast talan ikki varð um sigur, var talan um leikliga uppreisn hjá Liverpool

Eftir eina heldur slaka byrjan uppá 2017, skuldi Liverpool í kvøld royna at venda gongdini, tá oddaliðið í deildini, Chelsea, kom á vitjan.

 

Hóast tað ikki eydnaðist Liverpool at vinna dystin í kvøld, var talan um leikliga uppreisn í mun til undanfarnu dystirnar hjá felagnum. Sjálvur dysturin endaði við 1-1 javnleiki, eftir at Chelsea hevði verið á odda 1-0, umframt at Chelsea seint í dystinum eisini brendi brotsspark, tá støðan var 1-1.

 

David Luiz legði Chelsea á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men tíðliga í seinna hálvleiki eydnaðist tað Liverpool at javna, tá Georginio Wijnaldum skallaði eitt innlegg í málið.

 

Sum gongdin er í Premier League í løtuni, bendir lítið á, at nakað av hinum oddaliðunum í deildini, eru før fyri at geva Chelsea kapping um fyrsta plássi. Tættastu biðlarnir, Arsenal og Tottenham, settu í kvøld bæði stig til, tá Arsenal á heimavølli tapti 2-1 móti Watford, meðan Tottenham spældi 0-0 javnleik á útivølli móti Sunderland.

 

Av øðrum dystun í deildini, fekk Crystal Palace í kvøld ein tiltrongdan sigur, tá teir vunnu útidystin móti Bournemouth 2-0. Sigurin hjá teimum ber við sær, at teir nú av álvara leggja trýst á meistararnar frá í fjør, Leicester, sum nú bert hava tvey stig niður til niðurflytingarstrikuna.

 

 

Úrslitini í kvøld:

 

Bournemouth – Crystal Palace 0-2

Arsenal – Watford 1-2

Burnley – Leicester 1-0

Middlesborough – West Bromwich 1-1

Sunderland – Tottenham 0-0

Swansea – Southampton 2-1

Liverpool – Chelsea 1-1