Liverpool vann í kvøld 2-0 á Villarreal í fyrru hálvfinaluni í Champions League. Eitt sjálvmál og eitt mál frá Sadio Mané tryggjaðu heimaliðnum sigurin móti undirtippaðu gestunum úr eysturspania.
Villarreal vardi langt afturi á egnari hálvu og hevði ilt við at hava nakað samanhangandi spæl, meðan Liverpool trýsti uttan at skapa stóru málmøguleikarnar í fyrra hálvleiki. Liverpool hevði 12 skotroyndir, sum er tað mesta í einum fyrra hálvleiki í eini hálvfinalu í Champions League uttan at fáa mál.
Í seinna hálvleiki var hepni við Liverpool. Jordan Henderson sendi bóltin innfyri, har ein av gestunum var so óheppin at beina bóltin í egið mál. Løtu seinni økti Sadio Mané til 2-0, eftir upplegg frá Mohamed Salah.
Liverpool hevði eitt gott trýst á gestunum, sum ikki komu til nakran vandamiklan møguleika. Heldur var Liverpool nærri at økja. Í gjár vann Manchester City 4-3 á Real Madrid. Vinnararnir av uppgerðunum møtast í finaluni, sum verður í franska høvðusstaðnum París.